Í 1926 varð viðtikin ein útskiftingarlóg, eftir at “Landbokommissionen” hevði sett fram uppskot um eina tílíka longu í 1911. Lógin skuldi bert galda í 5 ár, men hetta varð seinni longt. Núverandi útskiftingarlóg er frá 27. mars 1939. Hon var upprunaliga bert galdandi fyri útskifting av jørð innangarðs, men í 1950 fekk hon við smærri broytingum og ískoytum eisini gildi fyri útskifting uttangarðs.
Gøtumaðurin Líggjas Húsgarð varð settur sum formaður fyri royndarútskiftingini av Vestmanna í 1927, men málspurningurin førdi til tvídrátt millum hann og myndugleikarnar, og tí blivu tað danskir “ landinspektørar”, ið komu at skipa fyri útskiftingunum í 1930-árunum.
Við krígsbyrjan vóru hesar bygdir útskiftar:
Markatalsbygd | Framd tann |
Fámjins bygd | 01-11-1930 |
Trongisvágs bygd | 17-02-1931 |
Froðbiar bygd | 01-01-1933 |
Vestmana bygd | 01-03-1933 |
Hvalbiar bygd | 08-12-1933 |
Nes bygd (Suðuroy) | 01-01-1936 |
Porkeris bygd | 01-03-1935 |
Eftir krígslok varð Líggjas Húsgarð aftur settur sum útskiftingarformaður, og eftir at Matrikulstovan varð sett á stovn í 1948, hava landmálarar á Matrikulstovuni verið formenn (sambært grein 5 í útskiftingarlógini).
Í 2007 varð Matrikulstovan gjørd til part av nýstovnaðu Umhvørvis¬stovuni. Útskiftingin hevur síðani verið fyriskipað av matrikul-deildini á Umhvørvisstovuni, og landmálarar hagani hava verið útskiftingarformenn.
Hjálagda talva vísir, hvar og nær útskifting av jørð innangarðs er framd (trýst her).
Ein útskifting er ein samanlegging av mongu smálutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir, og ein upploysing av felagseigindómum. Uttangarðs er talan um uppbýti av høgum, ið meiri hóskandi og kanska einbýttar hagapartar.
Tað krevst, at eigarar og/ella festarar, ið umboða minst 1/10 av markatalinum í bygdini, skrivliga boða frá til sýslumannin, at teir vilja hava útskiftingarmál til viðgerðar á komandi grannastevnu. Ein slík fráboðan skal vera sýslumanninum í hendi í seinasta lagi 1. november, fyri at málið kann koma fyri á grannastevnu, ið vanliga verður hildin í februar mánað.
Um minst ein fjórðingur av markatalinum og minst ein fjórðingur av eigaratalinum atkvøður fyri útskifting á grannastevnuni, er útskiftingin lógliga viðtikin. Annars er málið fallið.
Er útskiftingarmál viðtikið á grannastevnu, sendir sýslumaðurin hetta til Búnaðarstovuna, ið kannar eftir, um málið er lógliga viðtikið. Um so er, sendir Búnaðarstovan málið til Føroya landsstýri, ið uppnevnir formannin fyri útskiftingini. Umhvørvis¬stovan fær síðani málið, og skipar hon saman við formanninum fyri praktisku spurningunum í sambandi við útskiftingina, t.d. uppmáling, korttekning og rokniarbeiði.
Gjógv áðrenn útskifting: Tilsamans 2150 stykkir í bønum, harav átti ein eigari 72 stykkir (víst við reyðum)
Hægsti myndugleiki í eini útskifting er útskiftingarnevndin, ið er skipað av formanninum, og tveimum nevndarlimum, ið Sorinskrivarin uppnevnir fyri hvørja útskifting sær.
Høvuðsarbeiðini hjá nevndini eru:
Umframt hetta skal nevndin eisini viðgera onnur viðurskifti, eitt nú garðsskylda og húsaflyting.
Gjógv aftaná útskifting: Tilsamans 175 stykkir. Sami eigari eigur nú 3 stykkir (víst við gulum)
Eigarar, festarar og leigarar fáa høvi til undir útskiftingini at seta fram uppskot ella ynski um, hvussu og hvar teirra jørð skal leggjast. Útskiftingarnevndin roynir so vítt gjørligt at ganga hesum ynskjum á møti, men hetta er sjálvsagt bert gjørligt í ein vissan mun.
Í sambandi við útskifting hevur kommunan rætt at ognartaka upp til 2 % av veltu og upp til 4 % av óveltu jørðini innangarðs í bygdini. Kommunalu myndugleikarnir avgera í samráð við útskiftingar-nevndina innan fyri hesar karmar, hvar og hvussu nógv skal leggjast út til t.d. sethúsabygging. Eisini verður lagt lendi út til nýggjar vegir og til breiðkan av verandi vegum. Soleiðis verða kommunalu ætlanirnar arbeiddar inn í útskiftingarplanin.
Í mun til ognartøku annars er vert at leggja til merkis, at við ognartøku eftir útskiftingarlógini er tað í fyrstu atløgu allur eigindómurin sum so, ið letur lendi, og ikki einstakir eigarar. Eigari kann tó krevja, at tað, ið ognartikið verður ítøkiliga frá honum, verður endurrindað honum, og ikki luttekur í útskiftingini.
Tá nevndin er liðug við arbeiði sítt, verður tað latið til ákæru. T.v.s. at eigararnir kunnu kæra útskiftingina til yvirútskifting. Í yvirútskiftingarnevndini er sorinskrivarin formaður og harumframt eru fýra nevndarlimir. Úrskurðurin hjá yvirútskiftingarnevndini er endaligur og kann ikki kærast til hægri rætt.
Sum nevnt frammanfyri gevur útskiftingarlógin nú eisini heimild fyri útskifting uttangarðs.
Mannagongdin er hin sama sum fyri innangarðsútskiftingar. Í lógini verður orðið innmørk býtt um við orðið útmørk. Lýsingarfreistin er tó bert 14 dagar, meðan hon er 3 mánaðir fyri útskifting innangarðs.
Uttangarðsútskifting viðgerð nógv størri víddir enn innangarðsútskifting, og tí verður máliborðsblaðið (stødd 1:20.000) nýtt sum kortgrundarlag. Er bygdin býtt í hóskandi hagapartar, verður roynt at halda gomlu markini í stóran mun, og verður høvuðsbroytingin tá tann, at hvør eigari verður savnaður í ein hagapart. Í øðrum førum verða størri hagar býttir í smærri partar, eitt nú, tá ið bóndi, ið eigur í felagskapi saman við øðrum, hevur møguleika at fáa einbýttan haga.
Fyrstu bygdirnar har útskifting, varð framd uttangarðs, vóru hesar:
Markatalsbygd | Framd tann |
Haldarsvíkar bygd | 01-01-1954 |
Kirkjubøar bygd | 01-10-1954 |
Vágs bygd | 01-05-1955 |
Streymnes bygd | 19-03-1957 |
Elduvíkar bygd | 22-10-1957 |
Hjálagda talva vísir hvar og nær útskifting uttangarðs er framd (trýst her).
Landskassin rindar lønina hjá útskiftingar¬formanninum. Allar aðrar útreiðslur av útskiftingini verða býttar í helvt millum landskassan og eigararnar. Útskiftingarnevndin ger av, hvussu parturin hjá eigarunum skal býtast millum teir. Við innangarðs¬útskifting verður vanliga býtt eftir boniteringsvirði, og við uttangarðsútskifting eftir markatali.
Taka allir eigarar undir við tí, og gera teir skrivligan sáttmála sínámillum um býti av einum haga, kann hetta fremjast sum útskifting í semju eftir kap. 12 í útskiftingarlógini. Sáttmálin verður tá tinglýstur, og neyðugu rættingarnar gjørdar í matrikulinum.
Verandi lóggáva á útskiftingarøkinum er væl eldri enn fyrisitingarlógin. Skipanin við útskiftingarnevndum og serligu reglurnar í útskiftingarlógini gera, at útskifting ikki kann roknast sum partur av almennari fyrisiting. Fyrisitingarlógin og lóg um alment innlit eru tí bert í avmarkaðan mun galdandi fyri útskiftingar. Hetta er niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Tú frættir meiri um útskifting, um tú setir teg í samband við útskiftararnar á matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400.